Leygardagin 18. september kl. 16.00 verður konsert við solistum úr Musikkskúla Miðnámi í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Konsertin er sera fjølbroytt, har ið ungu tónleikararnir fara at framføra solo á sínum ljóðføri.

Á skránni er tónleikur eftir Chopin á klaver, Bach á bæði solo trompet og sello, brasilianskir gittartónar hjá Villa-Lobos, forkunnugur, jazzutir tónar á vibrafon, smektandi floytuspæl og solo sangur, har ið sangarinnan Jensia Dam, sjálv hevur skrivað løgini.

Ungu spírarnir av Musikkskúla Miðnámi, ið framføra eru:

Rúni Hentze, trompet - Oluf Dam, klaver - Jan Rúni Poulsen, vibrafon - Maria Olsen, gittar - Marta T. Johannesen, floyta - Kristina á Váli, sello - Jensia Dam, sang

Ein sera fjøbroytt skrá, har ið ungu tónleikararnir greiða frá tónleikinum, ið tey framføra.

Konsertin, ið er partur av tónleikaátakinum FramRás, varir í slakan tíma og er ókeypis.





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

ONLINE TILMELDING

FACEBOOK 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo