Miðnámsdeildin: Prógvhandan í Listaskálanum kl 17.00

Týskvøldið 18. mai 2010 fingu 8 næmingar prógv frá Musikkskúla Miðnámi. Hátíðarløta var í Listaskálanum, har ið røður og tónleikur vóru á skránni. Jógvan Arge, formaður í Mentamáladeild Tórshavnar Býráð flutti fram røðu: Hann segði:
Tað er mær ein gleði at vera við til hetta hátíðarhaldið sum umboð fyri Tórshavnar kommunu. Tað frøir okkum í býráðnum, at vit hava ein Musikkskúla, sum vil framá, og at skúlin hevur næmingar, sum vilja úbúgva seg á høgum stigi til at hava tónleik sum yrki.
Tórshavnar Musikkskúli fór fyri sløkum fimm árum síðani undir hesa trý ára útbúgving á miðnámsstigi fyri framkomnar næmingar, og longu árið fyri orðaðu lærarar á skúlanum eitt uppskot um, hvussu  hendan útbúgving skuldi skipast.
Í grundgevingini fyri at stovna 3-ára fyrireikingarskeiðið til hægri lesnað stóð, at brúk var fyri einum skipaðum tilboð “til teir evnaríkastu næmingarnar, ið vísa áræði og vilja at røkka dreymum sínum um at gera tónleik til sína yrkisleið”

Flaggskipið hjá Musikkskúlanum
Tá var vanligt, at næmingar fóru av landinum at fyrireika seg til framhaldandi lesnað á kostnaðarmiklum og oftani ikki nøktandi skúlum og skeiðum.  Hetta var fíggjarliga sera strævið fyri hvønn einstakan næming og foreldur teirra við. Tað var eisini hugstoytt, at tey ungu ikki fingu høvi at menna seg í egnum umhvørvi.
Skeiðið bjóðaði fyrireiking til upptøkuroynd á lærdan tónlistarskúla, og málið varð beinanvegin sett høgt. Alt varð lagt til rættis við støði í tí tørvi og tónleikavirksemi, ið var frammanundan, og hóast einki annað líknandi tilboð var í landinum, so varð ikki slakað í krøvum ella góðsku. Heldur hinvegin.
Skipanin er nú galdandi fyri næmingar úr øllum Føroyum og Tórshavnar Musikkskúli tekur sær av tí dagliga rakstrinum. Tørvurin á hesum tilboðnum var stórur, og hann er ikki blivin minni sum árini eru liðin.
Miðnámsútbúgvingin er so at siga vorðin flaggskipið hjá Musikkskúlanum, ið klárt vísur okkum tann framburð, ið er á tónleikaøkinum her í býnum.

Næmingarnir víst áræði og snildi
Sammeta vit Musikkskúlan við eitt ísfjall, so eru tit, ið her standa, bert toppurin, sum kemur undan. Alt hitt virksemið undir havskorpuni er grundarlagið.  Vegna Tórshavnar Býráð fari eg at nýta høvið til at takka lærarum og starvsfólki fyri tað stóra arbeiði, sum tit fremja, hóast umstøðurnar áttu at verið betri.
Tað gongur næstan ikki dagur, at vit frætta um fram úr úrslit hjá tykkara næmingum - núverandi og fyrrverandi heima sum uttanlands, og tað eru vit øll líka errin av.
Tit, sum í dag fáa prógv, eru longu ein virkin partur av tónleikalívinum í Havn og kring landið. Tit eru javnan á palli saman við eitt nú Symfoniorkestrinum og teimum ymsu rútmisku bólkunum, sum býarmyndin er full av. Tit eru eisini virðilig umboð fyri høvuðsstaðin, tá ið fremmandir gestir vitja.
Í vetur høvdu tit konsertferðir um landið, og eg havi skilt, at tit tóku uppgávuna í stórum álvara. Avrikið var eisini hareftir. Tit fýrdu ikki fyri at bróta niður mørk millum rútmisku og klassisku tónleikasløgini. Til tað krevst bæði áræði og snildi.

Kommunan raðfestir Musikkskúlan
Fleiri tykkara hava longu tikið fyrsta fetið út í stóru verð og eru komin ígjøgnum nálareygað á lærdum tónlistarskúla. Fyrsta nálareygað av mongum var skúlagongdin og prógvið frá Musikkskúla Miðnámi, ið tit nú fáa handað.
Grundarlagið undir komandi yrkisleið tykkara, varð grundfest her á Musikkskúlanum  og vit í býráðnum vóna, at tit koma aftur til okkara at fjálga um við tónleikagávum tykkara. Kommunan og býráðið stuðla eftir førimuni øllum teimum, ið virka fyri tónleiki og mentan sum heild. Býráðið roynir eisini at raðfesta virksemið hjá Musikkskúlanum høgt. Ein partur av lønunum og hølisviðurskifti skúlans eru okkara ábyrgd.
Í dag kann eg siga so mikið, at vit miðvíst arbeiða fram ímóti, at skúlin fær umstøður, sum hóska. Býráðið hevur játtað tær fyrstu krónurnar til at fyrireika at byggja musikkskúla Næstu stigini verða ætlandi at tingast um og avgera, hvar byggingin skal verða, og hvussu stór hon skal verða í vavi.
Sum tit vita, eru mangir leikir í longum talvi. Tann fyrsti leikurin í musikkskúlatalvinum er fluttur. Tann næsti verður vónandi fluttur, áðrenn farið verður í summafrí. So fáa vit at síggja, hvussu leikur víðari fer, men eg loyvi mær at skoyta uppí, at huginum til at taka eitt tak tónleikinum til frama bilar onki í Tórshavnar býráð.

Til lukku
Dagurin í dag er tykkara. Tað er tykkara arbeiðssemi og vilji at gagnnýta tey evni, ið tykkum vórðu givin, ið hevur borið tykkum higar fram á leið. Nýtið tí løtuna, meðan hon er.
Vegna Tórshavnar Býráð fari eg at takka fyri og ynskja tykkum hjartaliga til lukku við próvnum.

Jógvan Arge, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs

Næmingarnir, ið lóku prógv í 2010 vóru: Kristina á Váli, Maria Heinesen, Alvi Joensen, Marta Johannesen, Elsa Maria Dam, Búgvi J. Magnussen, Ísak Petersen og Konni Kass jacobsen.





«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

 

 

TILMELDING TIL ORKESTURDAGAR 13. & 14. FEBRUAR 2012
OG
BÍÐILISTA HJÁ TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA
 

FACEBOOK 

 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo