Hóskvøldið 3. juni kl. 19.30 verður forvitnislig konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík við musikkskúlanæmingum úr øllum Føroyum. Hesi eru næmingar á Musikkskúla Miðnámi, ið dagliga húsast á Tórshavnar Musikkskúla. Hetta er eitt tilboð evnaríkar næmingar í føroysku musikkskúlaskipanini.

Á skránni er solo- og samanspæl og er skráin full av góðum og vælljómandi tónleiki.

Unga fólkið hevur verið á konsertferð kring landið, ið Norðurlandahúsið skipaði fyri undir heitinum “Tónleikarar á veg”.

Tey hava framført í Miðvági, í Fuglafirði og í Havn og nú verða tey at hoyra í Christianskirkjuni, ið er tiltikin fyri sín góða akkustikk.

Tað er Tónlistarskúlin í Klaksvík, ið hevur bjóðað Musikkskúla Miðnámi at framføra á Norðoyarstevnu. Dirigenturin Bernmharður Wilknson og samskiparin á klassiska Musikkskúla Miðnámi Ólavur Jakobsen,  hava sett eina fjølbroytta skrá saman til høvið. Tónleikurin er úr m.a. Suðurameriku, men gomlu meistararnir Vivaldi og Bach koma eisini upp í part.

Ljóðførini eru sera ymisk: solo framførsla á urgu, gittar-trio, klaver-trio og ávikavíst solo á floytu og sello.

 

 

Tey framførandi eru: Bjørk Tyril, urgu - Alvi Joensen, Maria Olsen, Jóhannes Múller, gittar – Maria Heinesen, violin – Anna á Váli Smith og Kristina á Váli, sello – Marta T. Johannesen og Elsa Maria Dam, floyta – Jósef Heilmann og Oluf Dam, klaver.

 

Konsertin varir í slakan tíma.

 

 

 





«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

 

 

TILMELDING TIL ORKESTURDAGAR 13. & 14. FEBRUAR 2012
OG
BÍÐILISTA HJÁ TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA
 

FACEBOOK 

 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo