Konsert við solistum og bólkum úr Musikkskúla Miðnámi í Dómkirkjuni. Verk eftir: Rachmaninoff, Alkan, Prætorius, Vivaldi, Poulenc o.a.

Leygardagin 9. apríl kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju, har ið ung talentir úr Musikkskúla Miðnámi fara at framføra.

Skráin er fjølbroytt og verða soloframførslur á skránni fyri m.a. klaver, gittara og orgul.

Eini solisturin er ungi gøtumaðurin Jósef Heilmann, ið leikar á klaver. Hann er sloppin gjøgnum nálareygað á Royal Welsh College of Music and Drama og skal byrja lestur har í heyst. Jósef tók prógv fyri nøkrum árum síðani á Musikkskúla Miðnámi, har ið hann var næmingur hjá Jóhannesi Andreasen. Jósef fer at framføra sera krevjandi klaververk eftir Sergei Rachmaninoff og Charles-Valentin Alkan. Tónleikin hjá tí fyrra hoyra vit javnan, meðan Alkan mann vera sjáldsamur gestur á konsertum í Føroyum. Alkan var fransmaður og livdi frá 1813 til 88. Hann segðist hava nógv besta teknikkin á klaverinum og bæði Liszt og Chopin høvdu sera stóra virðing fyri honum. Liszt bar seg undan at kappast ímóti honum. Alkan var byrjaði longu sum smádrongur at lesa á konservatoriinum í París. Lívsleið hansara gjørdist alt annað enn løtt og seinnu árini gørdi hann bert smávegis við klaverspæli. Harafturímóti tókst hann við at týða Bíbiuna og Talmud úr upprunamáli til franskt.

Tónleikur hansara er serstakur og setir sera stór krøv til leikaran. Jósef Heilmann fer at framføra eitt av hansara Preludes.

Kvívíkingurin Jóhannes Múller fer eisini at framføra sum solistur á gittara. Jóhannes er við at taka prógv á Miðnámi við Ólavi Jakobsen sum lærara, men hann er, umframt at framføra á klassiskum gittara, eisini virkin í orkestrinum “Bendar Spónir”, ið rættiliga gera um seg á rútmiska tónleikapallinum. Hesaferð verður hann at hoyra í serstakum soloverki eftir Francis Poulenc, ið gjørdist hitt einasta, ið hann skrivaði fyri gittara. Eisini verður spanskur tónleikur eftir Tarrega og Sor á skránni hjá Jóhannesi.

Men næmingar fara eisini at framføra verk saman og ein messing-kvartett við næmingum hjá Kenneth Jones fer at framføra stórbæran tónleik eftir m.a. Giovanni Gabrieli.

Eisini fer gittar-kvartett at framføra aldargamlan tónleik eftir Michael Prætorius, ið Ólavur Jakobsen hevur sett út fyri kvartett. Kvartettin hevur vant hettta verkið saman við Ragnar Olsen.

Prætorius verður roknaður eitt hitt mætasta tónaskaldið úr renaissansuni og eru hesaferð fýra franskir dansir við úr verkinum hjá honum Terpsichore frá 1612. Settir út júst til hetta høvið.

Spennandi verður eisini at hoyra ungu gøtugentuna Bjørk Tyril, ið er fyrsti orgulnæmingur á Musikkskúla Miðnámi. Hon er næmingur hjá Petur Martin Johannesen.

Næmingarnir siga sjálvir nøkur orð um tónleikin, so hvørt ið tey framføra.

Forvitnisligur tónleikur, ið vit ikki so vanliga hoyra. Konsertin varir í slakan tíma og øll eru hjartaliga vælkomin at lýða á.

Ungu spírarnir, ið fara at framføra leygardagin 9. apríl kl. 11.30 eru:  Jósef Heilmann, Jóhannes Múller, Maria Olsen, Dávur Davidsen, Tummas Mohr, Rúni Hentze, Ernst Remmel, Heini Mouritsen, Birita Mortensen og Bjørk Tyril.

 





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

ONLINE TILMELDING

FACEBOOK 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo