Konsertrøðin "Tónleikarar á veg"
– eitt komandi ættarlið av konsertleikarum úr Musikkskúla Miðnámi framføra
í Norðurlandahúsinumog Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Í ár hevur Norðurlandahúsið tikið stig til konsertrøðina “Tónleikarar á veg”.
Konsertir verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fimm hósdagar og í Norðurlandahúsinum ein leygardagur og fýra sunnudagar í vetur.
Konsertrøðin “Tónleikarar á veg” er ein samstarvsverkætlan millum Norðurlandahúsið, Mentanarhúsið í Fuglafirði og “Musikkskúla Miðnámi” í Tórshavnar Musikkskúla; ein fyrireikandi útbúgving til tey, ið verða mett at hava evni at klára upptøku til musikkonseratorium eftir 3 ára intensum lestri á musikkskúlanum.
Hetta gevur ungum tónleikarum ein møguleika at royna seg í konsert undir bestu umstøðum. Samstundis kann áhoyrarafjøldin læra tey at kenna longu nú, møguliga stuðla uppundir og geva teimum flog út í víðu verð.
Tað eru næmingarnir og framførslur teirra, ið eru í andgletti á konsertunum. Tey eru solistar og leika saman. Tey leika í rútmiskum og klassiskum bólkum, umframt at tey saman fara at framføra eitt crossover verk, har ið sjangrur verða tvinnaðar saman. Eisini fara tey at framføra tónleik hjá teimum næmingum, ið hava tónasmíð sum lærugrein.
Fyrsta konsertin verður 22. oktober í Fuglafirði og 24. oktober í Norðurlandahúsinum. Tá verður ein skrá við klassiskum tónleiki av m.a. Vivaldi, Kuhlau og øðrum.
19. november í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og 22. november í Norðurlandahúsinum er rútmiska deildin á skránni. Samanspæls- og improvisationsbólkar trína á pallin.
21. januar í Fuglafirði og 24. januar í Norðurlandahúsinum er so ein “crossover-konsert”, har ið næmingarnir framføra verk, ið Tórshavnar Musikkskúli hevur bílagt hjá tónaskaldinum Kim Kristensen.
18. februar í Fuglafirði og 21. februar í Norðurlandahúsinum er aftur klassisk konsert við solistum og samanspæli.
Konsertrøðin endar 18. mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og 21. mars í Norðurlandahúsinum við framførslu av tónleiki, sum ungu tónasmiðirnar á Musikkskúla Miðnámi hava smíðað.
Flestu næmingarnir, ið hava tikið Musikkskúla Miðnáms-prógv, eru longu ávegis í tónleikaheiminum. Seinnu árini eru næmingar komnir inn á lærdar tónlistaskúlar í Onglandi, Skottlandi, Danmark og Svøríki. Eisini er onkur fyrrverandi næmingur longu nú í ferð við blómandi virkisleið sum útinnandi tónleikari.
Í Musikkskúla Miðnámi ganga í løtuni 24 rútmiskar og klassiskar tónleikarar, umframt tónasmiðir.


 





«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

 

 

TILMELDING TIL ORKESTURDAGAR 13. & 14. FEBRUAR 2012
OG
BÍÐILISTA HJÁ TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA
 

FACEBOOK 

 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo