Tónleikarar á veg
“Framtíðin er
okkara og vit vísa tykkum, hvat ið tit kunnu vænta, samstundis sum vit fara
aftur í tíðina til gomlu meistararnar, ið løgdu grundarlagið, bæði innan
rútmiskan-, jazz-, impro- og klassiskan tónleik. Men nú fáa tit framtíðina, at
kenna innan føroyskan tónleik!”
Nakað soleiðis
kundi verið tikið samanum, nú konsertrøðin “Tónleikarar á veg” hevur sínar
seinastu konsertir í hesum konsertárinum.
Væl hevur gingist
í hond á konsertunum kring landið hjá teim ungu tónleikaspírunum úr Musikkskúla
Miðnámi, ið Hedvig Westerlund-Kapnas í Norðurlandahúsinum, saman við Tórshavnar
Musikkskúla, hevur skipað fyri í vetur. Nógvur ymiskur tónleikur hevur verið á
skránni og mørk eru brotin niður millum vanligan klassiskan, rútmiskan og
improvisatiónstónleik.
Nú fer komandi
ættarliðið av tónleikarum at vísa okkum, hvat ið fyriferst hjá tónaskøldunum,
ið skriva tónleik í dag. Spildunýggjur tónar, beinleiðis skrivaður til
ljóðførini hjá ungu solistunum, framført á palli fyri fyrstu ferð. Einki minni.
Harafturat fara
tey at framføra tónleik fyri kór, m.a. eina
serstøk útgáva av lagnum “Tú” hjá Terja Rasmussen. Hetta, í spennandi útseting
hjá fyrrverandi musikkskúlanæminginum Trónda Bogasyni, ið sum tónaskald hevur
miklan framburð uttanlands.
Einki løgið, at
ungu tónleikaspírarnir knappliga leggja ljóðførini frá sær og lata røddina ljóma
og framføra nakrar kórsatsir. Røddin er fremsta ljóðførið, ið okkum er givið, Sum
liður í útbúgving teirra sum tónleikarar, so skulu tey eisini læra at nýta
røddina og hevur Musikkskúla Miðnám sjálvandi eitt vælmannað kór við ungum, góðum
røddum.
Skráin er
fjølbroytt. Ungu tónaskøldini lata seg ikki so lætt binda niður í stíli og
heitum, ið vit alt ov ofta royna at smoyggja omanyvir tónleik, so tit kunnu
vænta tykkum eina spenandi løtu í Mentanarhúsinum hóskvøldið 18. mars kl. 20.00og í Norðurlandahúsinum sunnudagin 21. mars kl. 16.00.
Sunleif Rasmussen
stjórnar tónleikinum. Konsertin varir í slakan tíma.
Tónleikarar: Maria Heinesen, Ragnar F. Andreasen, violin – Pól Jespersen,
bratsj - Anna á Váli Smith og Kristina Smith, Rúni Bláfoss, sello – Irena Á.
Joensen, klarinett – Sissal Magnussen, fagott – Rúni Hentze, trompet – Birita
Mortensen, horn – Jens Knudsen, trombon -
Oluf Dam, klaver – Alvi Joensen,
guitar - Jan Rúni Poulsen, trummur – Ísak Petersen, bass
Tónaskøld: Sámal Jákup Jakobsen og Ólavur Larsen
Miðnámskórið MUMI





