Tónleikarar á veg
“Framtíðin er okkara og vit vísa tykkum, hvat ið tit kunnu vænta, samstundis sum vit fara aftur í tíðina til gomlu meistararnar, ið løgdu grundarlagið, bæði innan rútmiskan-, jazz-, impro- og klassiskan tónleik. Men nú fáa tit framtíðina, at kenna innan føroyskan tónleik!”
Nakað soleiðis kundi verið tikið samanum, nú konsertrøðin “Tónleikarar á veg” hevur sínar seinastu konsertir í hesum konsertárinum.
Væl hevur gingist í hond á konsertunum kring landið hjá teim ungu tónleikaspírunum úr Musikkskúla Miðnámi, ið Hedvig Westerlund-Kapnas í Norðurlandahúsinum, saman við Tórshavnar Musikkskúla, hevur skipað fyri í vetur. Nógvur ymiskur tónleikur hevur verið á skránni og mørk eru brotin niður millum vanligan klassiskan, rútmiskan og improvisatiónstónleik.
Nú fer komandi ættarliðið av tónleikarum at vísa okkum, hvat ið fyriferst hjá tónaskøldunum, ið skriva tónleik í dag. Spildunýggjur tónar, beinleiðis skrivaður til ljóðførini hjá ungu solistunum, framført á palli fyri fyrstu ferð. Einki minni.
Harafturat fara tey at framføra tónleik fyri kór, m.a. eina serstøk útgáva av lagnum “Tú” hjá Terja Rasmussen. Hetta, í spennandi útseting hjá fyrrverandi musikkskúlanæminginum Trónda Bogasyni, ið sum tónaskald hevur miklan framburð uttanlands.
Einki løgið, at ungu tónleikaspírarnir knappliga leggja ljóðførini frá sær og lata røddina ljóma og framføra nakrar kórsatsir. Røddin er fremsta ljóðførið, ið okkum er givið, Sum liður í útbúgving teirra sum tónleikarar, so skulu tey eisini læra at nýta røddina og hevur Musikkskúla Miðnám sjálvandi eitt vælmannað kór við ungum, góðum røddum.
Skráin er fjølbroytt. Ungu tónaskøldini lata seg ikki so lætt binda niður í stíli og heitum, ið vit alt ov ofta royna at smoyggja omanyvir tónleik, so tit kunnu vænta tykkum eina spenandi løtu í Mentanarhúsinum hóskvøldið 18. mars kl. 20.00og í Norðurlandahúsinum sunnudagin 21. mars kl. 16.00.
Sunleif Rasmussen stjórnar tónleikinum. Konsertin varir í slakan tíma.
Tónleikarar: Maria Heinesen, Ragnar F. Andreasen, violin – Pól Jespersen, bratsj - Anna á Váli Smith og Kristina Smith, Rúni Bláfoss, sello – Irena Á. Joensen, klarinett – Sissal Magnussen, fagott – Rúni Hentze, trompet – Birita Mortensen, horn – Jens Knudsen, trombon - Oluf Dam, klaver – Alvi Joensen, guitar - Jan Rúni Poulsen, trummur – Ísak Petersen, bass
Tónaskøld: Sámal Jákup Jakobsen og Ólavur Larsen
Miðnámskórið MUMI





