Jólahugni í Bringsnagøtu

Musikkskúlin luttekur í jólahugnanum, ið er uppi á Reyni í Havn.

Øll Bringsnagøta er jólaskrýdd og næmingar úr Musikkskúlanum framføra hvønn seinnapart frá kl. 16.00 til 17.00 í Pæsastovu.

Pæsastova er gamla húsið, ið liggur yvirav handlinum hjá Katrinu Christiansen, har ið handlast kann aftur í jólamánaðinum.  

Pæsastova verður roknað eitt hitt elsta sethúsið í Tórshavn. M.a. Jens Chr. Svabo búði har og verður húsið nú nýtt til ymisk mentanar- og tónleikatiltøk.

Nú er so jólahugni hvønn seinnapart kl. 16.00 til 17.00

Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. Tónleikafelagið Mentón skipar fyri hugnakonsertunum og okkurt lætt og leskiligt verður bjóðað.

 

Hósdag 15. desember  kl. 16.00:   Else Maria Dam, floyta - Maria Olsen, gittar

Fríggjadag 16. desember kl. 16.00: Dávur Davidsen og Maria Olsen, gittar





 

 

TILMELDING TIL   MUSIKKSKÚLA MIÐNÀM

 

 OG

 
BÍÐILISTA HJÁ TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA 

FACEBOOK 

 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo