Í samband við prógvhandanina, helt ein av MuMi-pisunum, Kristina á Váli, røðu. Hon segði:

Gòðan dag,

Vit átta, sum standa her uppi, vilja fyrst og fremst takka fyri hesi trý árini, vit hava gingið á Musikkskúlamiðnámi. Vit eru 3. ættarliðið av Musikkskúla Miðnámsnæmingum ella MuMi-næmingum, sum fáa prógv. Í hesum trimum árunum eru fleiri av okkum komin til tímar beint eftir skúlatíð og koyrt á til seint á kvøldi. Ofta vórðu vikuskiftini eisini nýtt til verkætlanir og nógva venjing. So skuldi man trúð, at vit nú vóru ovurfegin og kendu lætta á okkum at hava lokið hesa útbúgvingina, men hetta er meiri ein sorgarstund enn ein gleðisstund. Hesi trý árini hava ment okkum ótrúliga nógv. Fyri tað fyrsta hava vit fingið betri førleika í okkara egnu ljóðførum. Hvørja viku hava vit eisini fingið frálæru í teori, hoyrilæru, klaver og kór. Á rútmisku deild hava tey harafturat regluligt samanspæl í bólki. Eisini hava vit í klassisku deild spælt saman við øðrum, kvartettir, klaveri o.ø. Eisini hava vit fingið møguleikan at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri. Tað er ein sera góður og mennandi møguleiki, sum fá kunnu royna í útlondunum. Stórar verkætlanir høvdu vit eisini við kamartónleiki og rútmiskum tónleiki og blanda saman, har vit vandu nógv og síðani høvdu konsertir kring landið. Við hesum fingu vit varpað ljós á Musikkskúlamiðnám og ikki minst ment okkum sjálvi sum tónleikarar. Tá vit brúka so nógva tíð saman, so er tað ein sjálvfylgja, at vit verða tætt knýtt at hvørjum øðrum. Tað verður skapt eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvi, har tað gerst rúm fyri nógvum vøkstri bæði saman og hjá hvørjum einstakum. Hetta umhvørvið er nokk tað, vit fara at sakna allarmest eftir hendan dag.

Ja, vit hava ment okkum nógv. Vit kunnu siga, at vit hava ment okkum so nógv,  sum karmarnir eru til tess. Venjingarhølini eru fá og har er konstant plásstrot. Tá venjast skal til eitthvørt er tað mangan at vit hava leita okkum til onnur rúm enn venjingarhølir. Tá køkurin, wc-ið og kontórið eru upptikin, eru vit endaði úti í fýrrúminum, sum er 4 kvadratmetrar, har vit hava vant trio við síðuna av kustum, skitnum klútum og einum fýri, sum brummar í A-dur. Úti á Skansastovu er sami trupulleikin. Har er alt húsið veruliga eitt orkestur, har gittarin venur eitt jazz gittarstykki í einum rúmi, meðan ein trummuspælari situr viðsíðuna av og venur eina sambarútmu og bassspælarin situr og slappar inni í triðja rúminum.Eg skal ikki gera meg klóka, men at blanda hetta er ikki altíð so heldigt. Eisini hava vit sitið mangan og havt hoyrilæru, har vit skulu koncentrerað okkum um at hoyra eina vissa akkord, meðan eitt orkestur venur sama stykkið hvørja viku í rúminum viðsíðuna av, og ikki er tað altíð til stóra hjálp, tá akkordirnar ikki altíð harmonerað. Hetta hava vit mangan flent eftir og vit undrast á, hvussu føroyska tónleikalívið fær voksið so nógv, sum tað ger. Vit minnast øll aftur á áðrenn síðsta val fyri hálvum øðrum árum síðani í Klingruni í Norðurlandahúsinum, tá borgmeistarin lovaði okkum, at um hann varð afturvaldur, fór ein nýggjur musikkskúli at standa innan tvey ár. Kanska vit skuldu sett eina eftirlýsing í bløðini og spurt, um nakar hevur sæð tann nýggja musikkskúlan ... Men tað má so vera ein onnur kraft, sum heldur tónleikalívinum uppi her í Føroyum. Tá 100 % av øllum fyrrverandi MuMi-næmingum eru sloppin inn á hægri útbúgvingar innan tónleik í útlondum, sigur hetta sera nógv um støðið her í Føroyum, og tá má tað verður ein ella onnur drívkraft aftanfyri. Einasta, vit kunnu hugsa okkum fram til, eru tey fólkini, sum gera tað møguligt fyri okkum at mennast bæði so og so. Tí vilja vit av øllum hjarta takka teimum fólkunum við at geva teimum eina rósu hvør við vón um, at MuMi-ættarliðini eftir okkum fáa betri karmar enn vit og hava somu dugnaligu fólkini, sum saman kunnu leggja enn betri lunnar undir útbúgvingina.

Rósu til: Jens Chr. Guttesen, Bernharður Wilkinson, Andrea Heindriksdóttir, Ólavur Jakobsen,  Jónleif Jensen, Nikos Kapnas, Agnar Lamhauge, Eirikur Skála, Kim Kristensen, Sunleif Rasmussen, Gudmund Mortensen, Jóhannes Andreasen og Bo Isholm





«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

 

 

TILMELDING TIL ORKESTURDAGAR 13. & 14. FEBRUAR 2012
OG
BÍÐILISTA HJÁ TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA
 

FACEBOOK 

 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo