
Í ár hittast allir næmingar, bæði nýggir og ”gamlir”, saman við foreldrum
til eitt stórt felags tiltak í skúlanum við Løgmannabreyt, tó undantikið kórini hjá Joannu og Agnari.
Bjóðað verður vælkomið til nýggja skúlaárið umframt at kunnað verður um musikkskúlan.
Eisini fáa næmingarnir at vita hvar og nær teir skulu møta til fyrsta undirvísingartíman.
Tiltakið, ið vit nevna ”Fyrsti skúladagur í Tórshavnar musikkskúla” verður
Hósdagin 18. august 2011 kl. 19.00 í skúlanum við Løgmannabreyt.
Næmingarnir verða bidnir um at hava nýggju skúlatímatalvuna við.
Nærri verður at frætta í viku 32.




