
Í morgin fer musikk-terapeuturin Sanne Strom at greiða frá um intuitivan tónleik, bæði sum tól í sínum arbeiði við musikk-terapi, men eisini í tónlistarligum høpi.
Hon fer ar vísa grafiska notatión og aðrar spælireglar, bæði sum atstøði og í spæli.
Sanne Storm hevur útbúgving sum musikk-terapeutur á Aalborg Universitet og er hon í fer við Ph.D.-ritgerð við serligum atliti at manna(kvinnu)-røddini.
Øll áhugaði eru annars vælkomin at lýða á.
Hetta byrjar fríggjadagin 11. november kl. 17.00 í GHM-salinum.



