Nordiske Musikdage 2010 (link til skeiðið, har næm. luttaka)
Tórshavnar Musikkskúli er við á hesum tónleikafagnaði við
næmingunum Ulrike Nygaard, klarinett og Regin Winther Poulsen, horn.
Føroysku næmingarnir luttaka í einum serligum skeiði, har 5
norðurlendsk tónaskøld saman við 15 næmingum frá hinum
norðanlondunum skulu eksperimentera og skapa nýggjan
tónleik. Framførðslan verður leygardagin 11. sept. kl 13.00
í Københavns Musikskole. Næmingarnir eru skipaðir
í bólkar. Teir luttakandi lærararnir skipa eisini ein aktivan bólk.
Okkara umboð er Bjarni Berg.
í bólkar. Teir luttakandi lærararnir skipa eisini ein aktivan bólk.
Okkara umboð er Bjarni Berg.
Hjørtur Lamhauge úr Syðrugøtu luttekur eisini í bólkinum
" HAPPY FOLK - NORDIC CONTEMPORARY FOLK ORCHESTRA", sum kontrabassspælari.
" HAPPY FOLK - NORDIC CONTEMPORARY FOLK ORCHESTRA", sum kontrabassspælari.
Sí http://www.nordicmusicdays2010.org/ (link til festivalin)
Høvuðsevni á norðurlendsku tónleikadøgunum eru konsertir við
verkum eftir viðurkendum norðurlendskum tónaskøldum. Har ímillum
er eisini okkara tónaskald Sunleif Rasmussen, sum er á skránni
longu fyrsta festivaldagin 8 sept.





