Guitarbólkurin á Tórshavnar Muskikkskúla, hevur arbeitt við eini verkætlan, har ið næmingar fingu høvið at taka upp tónleik. Verkætlanin byrjaði longu í 2006. Síðani hava upptøkur verið nakrar ferðir og er hetta nú koyrt á fløgu.
Tað er Ólavur Jakobsen, ið hevur staðið fyri verkætlanini. Hann er eisini annar leiðarin, saman við Ragnari Olsen, ið hevur staðið fyri venjingini av bólkinum til hetta tiltak.
Upptøkurnar fóru fram í GHM-salinum á Frúutrøð og stóð Pól Jakobsen fyri hesum.
Á fløguni er tónleikur fyri guitarkvartett, oktett og fyri 16 leikarar.
Verkini eru: Tico-Tico no Fuba (Abreu), Cancao (trad. lag), The Entertainer (S.Joplin), Largo (Vivaldi) og Walking by Myself (J.A.Lane)




