
Spennandi tiltak í sangstovuni í Tórshavnar kommunuskúla tann 14. mai.
Leygardagin 14. Mai frá kl. 10.00 – 14.00 fara 17 eldhugaðir akkordeonnæmingar at gera sítt ítarsta í akkordeon tónleikakappingi “Dansk Harmonikaspilleres Landsforbund”, sum í nógv ár hevur hildið árligar akkordeon landskappinginar í Danmark.
Í ár er fyri fyrstu ferð eydnast at flyta føroyska partin av kappingini hendavegin. Tað er Anna Hüdepohl, akkordeonlærari, sum skipar fyri kappingini, sum verður í sangstovuni í Tórshavnar kommunuskúla.
Næmingarnir, ið eru millum 8 og 12 ár, eru næmingar í Tórshavnar musikkskúla og í “Litir í leiki” í Tórshavnar kommunuskúla.
Við í kappingini eru:
Bjørk Nolsøe Isaksen, Rógvi í Stórustovu, Líggjas av Vollanum, Poul Jóhan á Torvlaðnum, Katla Berg Joensen, Ingi Reinert Gásadal, Jens Kristian Dam, Mortan Vang, Brynjolf Bennicke Ernstsson, Jákup Ljósheim, Jákup Strøm Hentze, René Hansen, Bogi Petursson, Sølvi Næs Høydal, Kristianna S. Joensen, Jóhannis Erlendsson og Bjørg Jensen.




