Rúni Hentze, sum er næmingur í Musikskúlamiðnámi í Tórshavnar musikkskúla spældi seg í gjár 20. 
mars til eitt finalupláss í donsku/svensku kappingini fyri ungar klassiskar tónleikarar nevnd Øresundssolist. 
Rúni Hentze fekk 2. Virðisløn, sum er ein framúr avrik fyri ein so ungan tónleikaranæming.
Prestisjukappingin Øresundssolist www.oresunds-solist.com , hevur eitt høgt musikalskt mál og strembar 
eftir at gerast ein av leiðandi tónleikakappingunum fyri ung í Skandinaviu. 
Vinnararnir fáa tilboð um framførslur í landspørtum kring Oyrasund, og nakrir verða skotin upp til at luttaka í 
“Spil for livet” kappingini, sum DR TV skipar fyri. Det er sostatt ein sera umráðandi  pallur fyri ungu tónleikarnar, 
tí í finaluni eru fleiri talentleitarar millum áhoyrararnar.
Rúni Hentze hevur vunnið nærum alt sum vinnast kann(talentvirðislønina og gullmerkið) í Berlingske Tidendes 
Klassiske Musikkkonkurence.  Saman við lærara sínum Kenneth Jones gongur Rúni nýggjar leiðir, 
og tað hevur eydnast so væl, at dómararnir í gjár heittu á hann um at luttaka aftur komandi ár.
Fyri at geva miðlunum møguleika at hitta glaða vinnaran, bjóðar Tórshavnar musikkskúli til 
tíðindafundar í morgin týsdag 22. mars kl. 15.00 í musikkskúlanum á Frúutrøð.


 





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

ONLINE TILMELDING

FACEBOOK 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo