Møtiskylda Frávera Farloyvi


Møtiskylda

  • Næmingar á Miðnámi Tórshavnar Musikkskúla hava møtiskyldu til alla undirvísing.

 

Frávera

  • Frávera næmingsins verður skrásett, líka mikið av hvørjum slagi hon er. Fráveruuppgerð verður handað leiðsluni av samskiparunum, ið umsita møtilistar til bólkaundirvísing á Miðnámi. Uppgerðin verður gjørd 4 ferðir um árið. Ljóðførislærari umsitur sjálvur fráveruuppgerðina, men hevur skyldu at boða samskipara og leiðslu frá, um næmingur ikki lýkur ásetingar um møtiskyldu.
  • Er fráveran hægri enn 15%, fær næmingur av leiðsluni 1. ávaring, ið skal skivliga váttast av næmingi ella verja, um hesin er undir 18 ár. Tekur næmingur ikki hesa ávaring til eftirtektar, fær næmingurin 2. árvaring eftir somu mannagongdum sum hina fyrru. Fleiri ávaringar vera ikki givnar. Um næmingur framvegis ikki lýkur ásetingarnar um møtiskyldu, verður viðkomandi burturvístur frá undirvísingini og skúlagongdin á Miðnámi heldur uppat.
  • Leiðslan kann í heilt serligum føri loyva næmingi, ið frammanundan hevur fingið loyvi at luttaka í tiltøkum, beinleiðis tengdum at virkseminum á Miðnámi, ella ið hevur verið fyri álvarsligum lívstilburði, at halda áfram á Miðnámi, hóast ásetingar í møtiskylduni ikki eru fylgdar.

 

Avboð

  • Næmingur skal altíð geva avboð til lærara ella leiðara av bólki, tá ið ikki ber til at møta. Um talan er um avboð yvir longri tíðarskeið, skal lærari ella leiðari av bólkinum geva boðini víðari til samskipara ella leiðslu.

 

Farloyvi

  • Farloyvi verður bert játtað eftir umsókn frá næmingi, ið skal handast samskipara ella  leiðsluni skrivliga. Farloyvi verður ikki vanliga játtað í einstøku lærugreinunum.
  • Samskipari og leiðsla viðgera umsóknina og geva skrivligt svar til næmingin ella verja og høvuðslærara næmingsins. Munnlig loyvi vera ikki givin.
  • Miðnám Tórshavnar Musikkskúla fylgir tí kunngerð, ið eru galdandi viðvíkjandi studentaskúlar (Studentaskúlakunngerðin) (Kunngerð nr. 102 frá 26. juni 2001 um Studentaskúlar og stakgreinaslestur á studentaskúlastigi.)

 






«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

 

 

TILMELDING TIL ORKESTURDAGAR 13. & 14. FEBRUAR 2012
OG
BÍÐILISTA HJÁ TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA
 

FACEBOOK 

 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo