Kirkjuorgul

Orgeulundirvísing

Gudmund Mortensen

------------------------

mánadag
Dómkirkjan í Havn

Lærari
Lars Mensonides

 

 
Frálæra í orgulspæli

Sum ljóðføri er urgan tengd at kirkjum og samkomuhúsum, har hon verður nýtt, tá ið sungið verður og spælast skal tónleikur. Í nær um øllum kirkjum stendur urga – og hvønn sunnudag er guðstænasta, har spælast skal til sálmasang, spælast inn- og útgangsspæl o.a. Um alt landið eru urguleikarar, sum spæla til guðstænastur, møtir o.a. Tað er tí eyðsæð, at gott er, at Musikkskúlaskipan Føroya við Tórshavnar Musikkskúla á odda bjóðar frálæru í urguspæli. 

Frálæra verður givin bæði á byrjunarstigi og til urguleikarar, sum hava spælt í fleiri ár og sum kanska eru urguleikarar í kirkjum kring landið. Urguleikarar kunnu fáa meir kunnleika og nýggjan íblástur við undirvísing á einum fyri teir hóskandi stigi. Eisini er møguleiki fyri at tekna seg til frálæru, har málið er at taka urguleikarapróg samsvarandi tí danska PO-prógvinum. Tey, sum ganga til hesa útbugving – í løtuni fýra næmingar – fáa undirvísing í lærugreinunum urguspæli, klaver, teori og hoyrilæru. Upptøkuroynd er til PO-lesnaðin.

Hjá børnum er hóskandi aldur at byrja umleið 10 ár. Byrjað verður við at læra at spæla við við hondunum. So skjótt sum næmingurin røkkur niður á pedalarnar við fótunum, verður farið undir at spæla bæði við hondunum og fótunum. 

Undirvíst verður í ein hálvan tíma um vikuna. Tvær - tríggjar ferðir um árið er næmingakonsert. Nakrir næmingar fáa eisini høvi til at spæla sálmar ella okkurt stykki til guðstænastur.

Týdningarmikið er, at næmingurin hevur eitt ljóðføri at venja á. Í byrjanini kann næmingurin gott klára seg við eitt klaver ella keyboard, men um næmingurin skal læra at spæla við pedal, eigur hann at sleppa at venja á eitt rættuligt orgul, sum hevur pedal. So er at seta seg í samband við kirkjuráð ella prest og biða um loyvi at venja – og kanska spæla til onkra guðstænastu afturfyri, tá ið tann tíðin kemur. 

Eitt av teimum áhugaverdu tingunum við at leika urgu er, at ongar urgur eru eins. Tað er tí altíð sera áhugavert at hava høvi til at royna eina urgu, ein ikki hevur spælt á áður. Nevnast skal eisini, at urguspæl ikki er bert at spæla sálmar. Tað finst nógvur tónleikur fyri orgul – bæði tónleikur, sum er fyri næmingar á byrjunarstigi og fyri tey, sum eru komin longur í førleikanum at spæla urgu. Kanska hoyra vit ov lítið av hesum tónleiki! Sálmaspælið er týdningarmikið, men ikki tað einasta. Eisini eru sera góður møguleikar at spæla saman við øðrum instrumentum og saman við sangarum ella kórum. Tí er tað eisini vanligt, at ein konserthøll hevur eitt orgul. 

Øll við áhuga í urguspæli eru vælkomin til at venda sær til ein av urgulærarunum við Tórhavnar Musikkskúla, fyri at fáa meir at vita um møguleikarnar at fáa frálæru í urguspæli. Lærarar eru í løtuni Lars Mensonides og Gudmund Mortensen.





 

 






«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

 

 

TILMELDING TIL ORKESTURDAGAR 13. & 14. FEBRUAR 2012
OG
BÍÐILISTA HJÁ TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA
 

FACEBOOK 

 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo