Alment
Almennir upplýsingar
- Tvær breytir eru: ein klassisk og ein rútmisk. Tær hava hvør sínum samskipara, ið er vegleiðari og kontaktpersónur.
- Undirvíst verður í ljóðførisspæli, sangi, kompositión og øðrum vanligum tónleikagreinum.
- Skeiðið varir í 3 ár
- Møguleiki er ikki at søkja útbúgvingarstuðul
- Umleið 8 næmingar verða tiknir inn á hvørjum ári
- Næmingar í aldrinum 14-25 ár kunnu søkja um at koma inn á hesa útbúgving. Tó kunnu undantøk verða í einstøkum førum
- Øll kunnu søkja um upptøku. Næmingar, ið ikki eru búsitandi í Tórshavnar Kommunu, kunnu søkja um upptøku, treytað av, at heimakommuna teirra er sinnað at gjalda
- Kostnaðurin fyri eitt skúlaár á Miðnámi er kr. 2.400,-
- Kostnaðurin fyri eitt Undanskeið er kr. 400,-
- Upphæddin fellur til gjaldingar í oktober. Undanskeið verður goldið, tá ið hetta byrjar í januar.
- Um næmingur gevst í úrtíð, verður peningurin ikki afturgoldin
- Upptøka á Musikkskúla Miðnám er treytað av, at skikkaður lærari er tøkur
Treytir:
- Møtiskylda er til alla undirvísing á Miðnámi
- Øll almenn framførsla skal frammanundan avtalast við høvuðsljóðførislærara
- Næmingar og foreldur kunna seg um tiltøk og verkætlanir á heimasíðu skúlans ella á telduskipan skúlans, ið næmingar fáa atgongd til
- Næmingur skal, í samráð við lærara og skúla, sjálvur ogna sær undirvísingartilfar
- Næmingar á Miðnámi skulu annars fylgja øllum teim reglum og fyriskipanum, ið eru á Musikkskúlanum
Royndir og próvtøkur:
- Støðuroyndir eru í ymsu lærugreinunum
- Framhaldandi skúlagongd á Miðnámi er treytað av nøktandi framgongd og av at møtiskyldan verður hildin.
- Skeiðið endar við próvtøku, ið svarar til upptøkukrøvini til lærdan tónlistarskúla.
- Prógv verður handað eftir lokna skúlagongd
- Umsøkjari verður mettur sum “skikkaður” ella “ikki skikkaður”
- Upptøka av næmingum er treytað av fíggjarligu karmum Musikkskúlans. Tí kann tað koma fyri, at umsøkjari ið er mettur “skikkaður”, ikki er tryggjaður upptøku á Miðnám.
- Skikkaðir umsøkjarar verða av próvdómarunum raðfestir, so at teir við bestu úrslitunum verða tiknir inn fyrst.
- Umsøkjari, ið er tikin inn á Miðnámsskeið, skal innan 3 vikur frá játtanarskrivinum, vátta, at hon/han vil gerast næmingur á Miðnámi.
Ársætlan og tímatalva:
- Ársætlan verður handað næminginum við skúlaársbyrjan
- Tímatalvan verður løgd tilrættis við atliti at tørvi næmingsins og at hon sampakkar við skúlagongd ella arbeiði næmingsins.
- Miðað verður eftir, at hjálærugreinarnar eru í blokkum somu dagar, helst 2 ella 3 fastar dagar í vikuni.
- Nakrar lærugreinar eru verkætlanir og verður hetta boðað næmingum frá við skúlaársbyrjan ella við boðum á heimasíðu og telduskipan skúlans.
- Samskipari, saman við høvuðslærara, virkar sum vegleiðari og kontaktpersónur í ivamálum hjá næmingum ella foreldrum.
Tímatalva ( dømi ) 1. ár 2.ár 3.ár
Høvuðslærugrein 90 min 90 90 Stakund.
-- -- repetitión 30 30 30 Stakund.
Klaver (hjálærugrein) 30 30 Stakund.
Hoyrulæra 60 60 60 Bólkaund.
Teori/Musikksøga 60 60 Bólkaund.
Kamartónleikur Verkætlan Bólkaund.
Orkestur/Samanspæl Verkætlan Bólkaund.
Kór/Raddarvenjing Verkætlan 60 60 60 Bólkaund.
SSR Verkætlan Bólkaund.
- Tímatalvan verður løgd tilrættis við atliti at tørvi einstaka næmingsins.
- Um næmingur í hjálærugreinum vísir góð evni, kann viðkomandi fara til endaliga roynd innan ásettu tíð.
- Møguleiki er at geva næmingum, ið hava fyri neyðini, eyka undirvísing í serligum lærugreinum
- Økt fyrireikandi undirvísing kann skipast, um næmingur ætlar at søkja um upptøku á lærdan tónlistarskúla.
- Undirvísing í vallærugrein kann skipast, um skúlin játtar hesum.





