Upptøkukrøv til Miðnám
Upptøkukrøv
- Umsøkjari skal vísa serstøk evni.
- Sum vegleiðing, verður mett, at næmingur er áleið 6. stigi í Associated Board á ljóðføri sínum ella líknandi.
- Mett verður, um næmingurin fer at lúka upptøkukrøv til lærdan tónlistaskúla eftir lokna 3-ára skúlagongd á Miðnámi.
Upptøkuroynd:
- Próvdómarar, saman við teim av leiðsluni settu faklærarum, døma til upptøku- og støðuroyndina og endaligu próvtøkuna.
- Fremmandur próvdómari er eisini til upptøku-, ársroyndina og endaligu próvtøkuna.
- Ymiskir fremmandir próvdómarar eru í ávikavíst klassiskum og rútmiskum tónleiki.
- Próvnevndin er: faklærari skúlans, umboð fyri leiðsluna, samskipari á Miðnám og fremmandur próvdómari.
Høvuðsljóðføri:
- Næmingurin framførir tvey styttri verk á egnum ljóðføri. Verkini eiga at umboða ymisk lyndiseyðkenni.
- Roynd í blaðspæli ella framførsla av stuttum stykki, ið umsøkjari hevur fingið frammanundan (blaðsangur fyri sangarar)
- Roynd í tónastigaspæli, arpeggio ella øðrum, tengdar at ávísu ljóðførunum
- Fyri rútmiskar umsøkjarar, eisini improvisatión og gehørspæl
- Úrslitið frá Undanroyndini er tøkt hjá próvdómarunum, men kann umsøkjari verða royndur í hoyrulæru, um próvdómarar meta, at hetta er neyðugt.
- Skúlin útvegar klaverfylgispælara. Avtala skal gerast við skúlan um hetta, tá ið umsóknarbløðini verða latin inn. Nótatilfar hesum viðvíkjandi, skal samstundis latast skúlanum
- Um neyðugt, útvegar skúlin umsøkjarum við rútmiskum ljóðføri, tónleikarar ella samanspælsbólk. Umsøkjarar kunnu tó hava egnan bólk við
- Royndin kann víkja frá hesum áðurnevnda, um serstøk krøv eru til ávís ljóðføri
- Krøv til ymsu ljóðførini eru at síggja undir Lesiætlanir
Hoyrilæra:
- Undanroyndir eru í hoyrilæru síðst í apríl. Umsøkjarar, ið hava verið næmingar á Undanskeiði Tórshavnar Muskikkskúla, skulu ikki til undanroynd.
Teori:
- Undanroyndir eru í teori síðst í apríl. Umsøkjarar, ið hava lokið 5.stig í Associated Board ella hava verið næmingar á Undanskeiði Tórshavnar Muskikkskúla, skulu ikki til undanroynd
Klaver (sum hjálærugrein)
- Undanroyndir eru í klaver sum hjálærugrein síðst í apríl. Umsøkjarar, ið hava lokið 2. stig í Associated Board ella hava verið næmingar á Undanskeiði Tórshavnar Muskikkskúla, skulu ikki til undanroynd
Samrøða
- Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar




