Upptøkuroynd til Miðnám
Tú meldar teg til til upptøkuroynd við at útfylla talgilda oyðublað okkara, ið leinkja er til her á síðuni.
Um tú er undir 18 ár, skal foreldur ella verji eisini standa undir. Tú fær boð frá Tórshavnar Musikkskúla, nær ið tú skal møta.
Upptøkuroyndirnar eru:
Rútmiskt: Mánadag 30. apríl 2012
Klassiskt: Týsdag 1. mai 2012
Harafturat eru vegleiðandi royndir í hoyrulæru, teori og klaver leygardagin 28. apríl frá kl. 10.00 til 13.00
Næmingar, ið hava luttikið í Undanskeiðinum, skulu ikki koma til roynd í hoyrulæru/teori ella klaver.
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi upptøkuroyndini ella Miðnámsútbúgvingini, kann tú venda tær til samskipararnar, ið eisini eru lestrarvegleiðarar:
Kim Kristensen (rútmiskt), tlf. 210039 kim.kristensen@skulin.fo
Ólavur Jakobsen (klassiskt), tlf. 516434 olavur.jakobsen@skulin.fo (hittiist eftir avtalu hósdag 16.00 til 18.00)
Krøv til upptøkuroyndir til ymsu lærugreinararnar eru undir teiginum Lesiætlanir
Melda til upptøkuroynd 2012 ??? Melda til á forsíðuni undir online tilmelding.
Freistin at søkja er 15. mars 2012.




