Sigrid
Halló tit.
Eitt sindur um sangundirvísingina, sum eg fáist við.
Í 14 ár havi eg fingið undirvísing frá ymisum sanglærarum, við vissum millumbilum. Her kann eg nevna
Anne Rosing Shou, Anders Ørsager, Ettu Cameron, og øðrum góðum sangarum.
Tey seinastu árini tó mest undirvísing frá Cathrine Sadolin. Havi verið á fleiri skeiðum
í hennara sangteknikki, í Damnark og her heima. Hetta er ein sera effektiv undirvísing, ið virkar.
Øll kunnu prinsippinum sýngja allar sjangrur.Tað verið seg klassiskt, rock ella gospel.
Røddin kann verða klár og vøkur, ella hás og ráð. Røddin kann tað sum ein setur sær fyri,
bert man hevur tey røttu reiðskapini.
Tað krevur sjálvandi at verða seriøsur og tora at gera ting við røddini sum er ókent,
men við rættari vegleiðing og røttum teknikki. Teknikkurin skal vera eitt reiðskap til,
at fáa sangin at ljóða betur, at styrkja persónligheitina og intensitetin á sanginum
og at verja røddina so hon verður verandi sunn, óansæð hvat slag av sangi man syngur.
Eg leggi storan dent á, at sangurin skal vera livandi, at kennslur skulu vera í tí sum kemur út,
at tað ikki bara er ein melodiur, men at innliva seg í sangin og tónleikin.
Eg elski sang, og at undirvìsa, tað verður meira og meira spennandi fyri hvørt ár.
Um spurningar eru, eru tit vælkomin at kontakta meg
tlf:510736 Heilsan Sigrið




