Serroyndir
Serroyndir
-
Serroyndir verða í skalaspæli, etuduspæli, akkordvenjingum, improvisatiónsvenjingum, blaðspæli og øðrum líknandi greinum.
-
Hesar royndir skulu vera minst eina ferð í hvørjum skúlaári.
-
Næmingur, ið sama skúlaár hava lokið hægri stig í Associated Board (6., 7. ella 8. stig) ella líknandi (m.a. Berklee), har ið hesar royndir eisini eru, verður roknaður at hava framt royndina.
-
Lærari og fakráð avgera innihaldið av royndini, ið skal samsvara við galdandi lesiætlan.
-
Royndin er intern og verður framd av lærarunum á skúlanum.
-
Um skikkaður próvdómari er tøkur, ið ikki arbeiðir á Tórshavnar Musikkskúla, ber tó væl til at nýta viðkomandi sum próvdómara.
-
Hesar royndir skulu ikki vera ov tætt at vanligu ársroyndunum ella hjálærugreinaroyndunum og skulu vera avgreiddar í seinasta lagi í februar mánaða.
-
Allir næmingar á MusikkskúlaMiðnámi skulu til hesar royndir.




