Reglur fyri Tórshavnar musikkskúla
Teir 4 fyrstu undirvísingartímarnir eru at rokna sum royndartímar. Aftaná hesar er tilmeldingin bindandi.
Um næmingur/foreldur angra tilmeldingina í royndartíðini, skal skrivstovan hava boð um hetta um teldupost musikkskulin@torshavn.fo. Eisini kann ringjast á telefon 30 24 70 millum 09.00 – 12.00 og 13.00 og 16.00.
Tað er ikki nóg mikið at siga læraranum frá, um næmingurin gevst.
Inngjaldskort verður sent næminginum í oktober, har goldið verður fyri alt árið (1.600,- + evt. ljóðførisleigu 500,-).
Eru serlig atlit at taka hjá barninum, skal hetta viðmerkjast, tá tilmeldað verður.
Næmingur kann ikki melda seg úr skúlanum við at geva læraranum boð.
Møguligt er at melda seg úr skúlanum tann 1. januar og tann 1. juni, og skal hetta gerast skrivliga við at senda skrivstovuni teldupost til: musikkskulin@torshavn.fo.
Peningurin fyri seinnu hálvuna verður síðani afturgoldin. (800,-). Ljóðførisleigan verður ikki afturgoldin.
Næmingurin skal vera væl fyrireikaður til hvønn tíma.
Musikkskúlin skal raðfestast sum fyrsta frítíðarítriv.
Næmingur kann ikki halda fram í skúlanum, fyrrenn øll gomul skuld er goldin.
Ein undirvísingartími er 30 minuttir um vikuna. Les nærri: "Næmingatal og lektiónslongdir" hjá MMR.
Um næmingurin spælir ljóðføri, ið er partur av orkestursamanspæli, verður kravt, at hann luttekur.
Ársgjaldið er 1600,- kr. og fellur til gjaldingar í oktober mánað. Harafturat koma 500,- um árið til ljóðførisleigu. Ársgjaldið/ljóðførisgjaldið er eitt tilmeldingargjald og verður ikki afturgoldið, um næmingurin gevst í úrtíð.
Systkin: Hálvt gjald. Bert tá gingið verður til einstaklingaundirvísing. Tó ikki galdandi fyri hálvársgjald, ljóðførisleigu og systkin, ið eru 18 ár og eldri.
Um næmingurin ikki kann møta vegna sjúku/forfall skulu boð gevast beinleiðis til lærararan.
Leiga av ljóðføri.
Í tann mun ljóðføri eru til taks er gjørligt at leiga blási-, strúki umframt accordeon ljóðføri. Gjaldið er 500,- fyri alt skúlaárið, og verður hetta innkravt saman við tilmeldingargjaldinum. Næmingur kann bert leiga ljóðføri í tvey ár (nøkur ljóðføri undantikin).
Tá næmingur gevst, skal lærarin umframt skrivstovan hava boð um hetta, og skal leigaða ljóðførið latast skrivstovuni skjótast.
Farloyvi verður givið – tó bert 1 ár. Um næmingurin ikki meldar seg til aftur, tá árið er runnið, verður plássið latið øðrum.
Kann eg ganga til meira enn eitt ljóðføri?
Av tí at skúlin hevur umleið 1500 børn á bíðilista, kann næmingurin bert ganga til eitt ljóðføri.
Í heilt serligum føri, har næmingur skiftir til annað ljóðføri, ber ikki til at skifta til klaver vegna langan bíðilista.
Næmingurin verður strikaður á bíðilistanum, tá hann byrjar í musikkskúlanum. Er ynskiligt, at næmingurin kemur aftur á bíðilistan, skal hetta fráoðast skrivstovuni.
Prísir.
At ganga til ljóðføri: kr. 1.600,- um árið.
Ljóðførisleiga: kr. 500,- um árið. Eingin avsáttur verður givin.
Klaverspælistova (10 vikurs skeið): kr. 300,00 fyri skeiðið.
Musikkspælistova: kr. 600,- um árið (1 ára skeið) Er ikki virkin pr. 16.08.2010 vegna læraratrot.
Barna- og ungdómskór: kr. 400. Eingin avsláttur verður givin, sama, nær á árinum barnið byrjar at syngja. Tilmeldingin er bindandi og skal næmingurin meldast út skrivliga: (asa@torshavn.fo). Peningurin verður ikki afturgoldin, sjálvt um næmingurin gevst í úrtíð.
Undirvísingin fer fram í Tórshavnar musikkskúla á Frúutrøð 1 og Skansastovu í Dj. í Geilgøtu 1.
Tórshavnar musikkskúli





