Reglugerð fyri lærararáð á Tórshavnar Musikkskúla
§ 1 Á Tórshavnar Musikkskúla verður skipað lærararáð. Limir í lærararáðnum eru
leiðslan og allir lærarar skúlans. Tó ikki vikarar, ið virka styttri enn eitt skúlaár.
§ 2 Lærararáðið velur millum limir sínar eina 3 manna nevnd og 2 eykalimir. Nevndin
skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og skrivara. Leiðarin kann ikki vera
nevndarlimur.
§ 3 Lærararáðið ger sjálvt starvsreglugerðir sínar.
Lærararáðið kann seta nevndir at gera tilmæli til lærararáðið.
Nevndarval verður hildið á aðalfundi á hvørjum ári í seinasta lagi 15. september.
Fráfarandi nevndin í lærararáðnum kallar inn til henda fund.
Nevndarlimir verða valdir fyri 1 ár í senn.
§ 4 Formaðurin boðar til fundar í minsta lagi 2 ferðir hvørja lestrarhálvu.
Formaðurin boðar til fundar, tá ið hann heldur tað vera neyðugt, og hann hevur skyldu til at kalla lærararáðið til fundar, um leiðarin ella í minsta lagi 3 lærarar
biðja um tað.
Fundirnir skulu verða lýstir við uppslagi í seinasta lagi 8 dagar fyri fundin við
fyribils fundarskrá. Mál til dagsskrá skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 3
dagar frammanundan.
§ 5 Limirnir í ráðnum hava skyldu til at møta á fundi. Tó kann lærararáðið í heilt serligum førum sleppa limi undan hesi skyldu. Møguligt forfall og grundin fyri tí skal
verða fráboðað formanninum.
Fundirnir verða ikki hildnir í vanligu undirvísingartíðini.
Lærararáðið er viðtøkuført, um helvtin av limunum eru á fundi.
Avgerðir í lærararáðnum verða tiknar við atkvøðumeiriluta millum teir møttu
limirnar.
Krevur limur tað, skal atkvøðugreiðslan vera skrivlig.
§ 6 Skrivarin førir gerðabók ráðsins. Allar avgerðir verða skrivaðar á gerðabókina. Um atkvøðugreiðsla er, verður tað, hon snúði seg um, og úrslitið skrivað í gerðabókina.
Minnilutar kunnu krevja, at teirra áskoðan verður skrivað í gerðabókina.
Fráboðan um forfall verður skrivað í gerðabókina.
§ 7 Lærararáðið skipar fyri orðaskifti um undirvísingarligar spurningar.
Lærararáðið verður kunnað um/ger tilmæli um:
a) keyp av undirvísingaramboðum/ljóðførum
b) fíggjarætlan skúlans
c) byggimál
d) starvssetanir
e) skúlans bygnað
§ 8 Ráðið hevur altíð rætt til at fáa innlit í fíggjarviðurskifti skúlans.
Lærararáðið skal úttala set um øll mál, sum leiðslan, Musikkskúlanevnd
Tórshavnar Býráðs ella UoM leggur fyri tað.
Lærararáðið kann gjøgnum leiðaran geva ummæli og koma við uppskotum um allar spurningar, sum viðvíkja skúlanum.
§ 9 Lærararáðið hevur hvørki rætt ella skyldu at úttala seg um viðurskifti hjða tí einstaka læraranum.
Annars eru vanligu reglurnar um tagnarskyldu galdandi.
§ 10 Umsitingarligar útreiðslur, ið standast av virksemi ráðsins, verða goldnar av fíggjarætlan skúlans (t.e. skrivstovuarbeiði).




