Ólavur Jakobsen
Ólavur undirvísir í øllum gittarleiki. Hann skilir tey fyrstu árini ikki millum klassiskt ella rútmiskt, tí næmingurin skal fáa høvið at finna sín egna stíl og eisini at verða førdur inn í øll aspektir av tónleikinum. Øll skulu spæla akkordir, tabulatur, improvisera og læra at lesa nótar.
Eisini verður dentur lagdur á samanspæl av alrahanda slagi.
Seinni verður so høvið hjá næminginum at velja sær sín egna stíl og at dyrka henda til fulnar.
Ólavur undirvísir bæði í Skansastovu og á Frúutrøð og er samstundis samskipari á Muskkskúla Miðnámi, ið er eitt trý-ára skeið fyri næmingar, ið hava víst serstøk evni.
Les meira um hann á: http://www.olavurjakobsen.com/foroysktcv.html




