Blásarafakbólkur Tórshavnar Musikkskúla

BLÁSARAFAKBÓLKUR TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA
Kenneth Jones, Bjarni Berg, Bernharður Wilkinson, Eirikur Skála, Christina Andersen,Rúni K Mouritsen, Annika Højgaard, Andrea Heindriksdóttir,Jens Knudsen, Oddur Hentze, Ólavur Olsen, Peder Riis-Jensen og Atli K Petersen, Katja Volovelskaja og Kári Bæk
Í Tórshavnar Musikkskúla arbeiða 14 blásilærarar og 1 klassiskur slagverkslærari saman í fakbólki.
Fakbólkurin hevur til endamáls at stimbra samarbeiðið og at fyriskipa uppgávur av felags áhuga.
Tað sum fakbólkurin hevur sum sítt nattúrliga arbeiðsumráðið eru ymisku orkestur skúlans.
Fakbólkurin tekur sær av at skipa fyri tiltøkunum av felags áhuga – her kunnu nevnast orkesturvikuskifti o.a. – men eisini at tryggja gott samkifti við tey lokalu orkestrini í býnum.
Harafturat hevur fakbólkurin eisini til endamáls at arbeiða við átøkum, sum menna tónleikalærararnar í teirra dagliga yrki.
Blásiorkestur skúlans skúlaárið 2011/2012 venja hesar tíðir:
Lúðrar mánadag kl. 15:00-16:00 (byrjarar)
Skúlaorkestur Tórshavnar Musikkskúla mánadag kl. 16:00-17:00 (miðlingar)
Havnar Ungdóms Hornorkestur mánadag kl. 16:30-18:00 (framkomin)
SkansaBigBand mikudag kl. 18:00-19:30 (framkomin)
Andreu Heindriksdóttir tlf. 513312 teldupostaddr: andrea.heindriksottir@skulin.fo




